Flogfar í gásaflokki

Eitt íslendskt ferðsmannaflogfar av slagnum Fokker 50 kundi komið illa fyri, tá tað skuldi seta seg á flogvøllin í Reykjavík í gjárkvøldið. Tí júst sum flogfarið var á veg niður ímóti breytini, rendi tað seg í ein gásaflokk.

Flogfarið setti eg kortini í øllum góðum, og kanningar aftaná vístu, at tað hevði ikki fingið skaða av gæsnum.

Flogfarið kom av Akureyri, og tað var fullsett, sigur íslendska ríkisútvarpið.