Eitt kinesiskt flogfar hevur sæð fleiri lutir flóta har suðuuri í Indiska Havinum. Sambært tíðindstovuni Xinhua er talan um tveir lutfalsliga stórar lutir, sum eru hvítir á liti, umframt fleiri smáar.
Flogfarið hevur kunnað myndugleikarnar á landi um, hvar tað sá lutirnar, og kinesiski ísbrótarin Xuelong er nú á veg hagar, skrivar Xinhua.
Samstundis frættist, at USA hevur sent serliga leitiútgerð til Avstralia. Útgerðin er millum annað ætlað til at finna ferðskrivaran í flogførum, sum eru dottin niður í havið. Sambært tíðindastovuni AP røkkur útgerðin niður á meiri enn 6.000 metra dýpi.
Ein talsmaður fyri teir avstralsku myndugleikarnar sigur, at tað er avmarkað, hvussu leingi ferðskrivarin gevur tekin frá sær, og tí er tað umráðandi at royna leitiútgerðina alt fyri eitt.
239 fólk vóru í Malaysian Airlines-flogfarinum, sum hvarv tann 8. mars á veg úr Kuala Lumpur til Beijing.