Flogfar fingið skaða

Skaðin ber seinkingar við sær í ferðsluni hjá Atlantsflog í allan dag

Eitt óhapp á flogvøllinum í Vágum í morgun ber við sær, at tað vera seinkingar í flogferðsluni í dag.

Atlantic Airways sigur soleiðis í tíðindaskrivi klokkan 12.56:

 

Tíðliga í morgun tók ein trappa í flogfarið, sum skuldi fara til Keypmannahavnar, soleiðis at ein bugla kom á síðuna.

Flogfarið er tí tikið út úr flúgving til nærri kanningar. Hetta hevur við sær fleiri seinkingar í dag.

RC456 til Keypmannahavnar væntast at fara úr Vágum kl 1550.

RC459 væntast at fara úr Keypmannahavn kl 1940

RC470 til Billund er væntast at fara úr Vágum kl 2145

RC471 væntast at fara úr Billund kl 0130 í nátt

 

Vit eru sera hørm um hendingina og vilja gera okkara ítarsta fyri at fáa ferðsluna í rættlag aftur, sigur Atlantsflog í tíðindaskrivi.