Eitt av ferðafólkunum umborð á einum flogfari hjá teilendska flogfelagnum Orient Thai Airlines varnaðist mánadagin, at eitt stórt petti brádliga datt av øðrum vonginum.
Flogfarið var statt í 10.000 metra hædd og var á veg úr Hong Kong til Chiang Mai í Teilandi, tá óhappið hendi. Ferðafólkið, sum varnaðist, hvat hendi, tók myndatólið og tók eina mynd av vonginum, meðan flogskiparin snaraði flogfarinum og setti kós aftur til Hongkong, har flogfarið lendi í øllum góðum.
Kanningar í Hong Kong vístu, at eitt petti, sum var 80 ferðir 100 centimetrar, var dottið av øðrum vonginum, men hví tað var dottið av, er ikki greitt.










