Vanlukkan hendi uttan fyri býin Culiacán í meksikanska landspartinum Simaloa í gjár.
Sambært myndugleikunum var flutningsflogfarið á veg avstað, tá tað brádliga fekk trupulleikar við at sleppa uppfrá. Úrslitið varð, at tað fór út av flogbreytini og tvørtur um ein motorveg, har tað rakti fleiri bilar. Eldur kom í flogfarið og fleiri av bilunum, sigur løgreglan.
Minst níggju fólk doyðu, teirra millum trý fólk, sum vóru í flogfarinum.