Flogfar dottið niður í Nepal

Eitt flogfar við 21 fólkum í er dottið niður í Nepal í morgun. Myndugleikarnir siga, at flogfarið var á veg til býin Jomsom, tá tað hvarv av radaranum hjá flogeftirlitinum. Flogfarið var tá uppi yvir einum fjallalendi har norðuri í landinum.

Tíðindastovan AP skrivar, at bjargingarlið hava funnið seks av teimum 21 á lívi.

Flogfelagið Agri Air, sum átti flogfarið, sigur, at 18 ferðafólk vóru í flogfarinum, og at manningin taldi trý. 16 av ferðafólkunum vóru úr India, og hini bæði vóru úr Evropa, sigur felagið. Donsku fjølmiðlarnir skriva, at talan er um tveir danir, men tað er ikki greitt, hvussu tað er vorðið við teimum.