Eitt flogfar við 97 fólkum umborð datt niður í Miðjarðarhavið, stutt eftir at tað var farið á flog av flogvøllinum í Beirut í nátt. Tíðindastovan Reuters skrivar, at flogfarið, sum Ethiopian Airlines, eigur, datt niður fimm minuttir eftir, at tað var farið á flog..
Enn hava myndugleikarnir í Libanon ikki sagt nakað um lagnuna hjá ferðafólki og manning, men hildið verður, at tey flestu eru deyð. Sambært myndugleikunum vóru tey flestu ferðafólkini úr Libanon og Etiopia.
Eygnavitni hava greitt frá, at eldur var í flogfarinum, tá tað datt niður.