Flogfar dottið niður í Indiska Havið

153 fólk vóru við flogfarinum, sum var á veg úr París til Comor-oyggjarnar Flogfarið hevði millumlent í Jemen og skuldi lenda á Comor-oyggjunum í nátt, men tað kom ikki vegin fram.

Varaforsetin á oyggjunum, Idi Nadhoin, sigur við Reuters, at tað er ivasamt, um nakar av teimum 153, sum vóru við flogfarinum, er sloppin frá vanlukkuni á lívi.

Sagt verður, at flogfarið fór í havið eitt korter, áðrenn tað skuldi havt lent. Skip og bátar leita nú eftir teimum, sum´vóru í flogfarinum. Eitt flogfelag í Jemen átti flogfarið.