Flogfar dottið í havið

Myndugleikarnir í Indonesia siga, at eitt indonesiskt ferðamannaflogfar er dottið niður í havið nærhendis oynni Papua, sum er har eysturi í landinum. Ein talsmaður fyri flutningsmálaráðið sigur, at flogfarið datt niður, beint áðrenn tað skuldi seta seg. Talsmaðurin leggur afturat, at flogfarið er av slagnum MA-60, og at tað var einar 500 metrar frá lendingarbreytini, tá tað brádliga datt niður.

Ein talsmaður fyri indonesiska herflotan sigur við fronsku tíðindastovuna AFP, at eingin slapp livandi frá vanlukkuni. Hann sigur tó einki um, hvussu mong fólk vóru í flogfarinum.