Flogfar datt niður í Sao Paulo

Minst átta fólk, teirra millum eitt barn, doyðu, tá eitt lítið flogfar datt niður í ein býling í brasilska stórbýnum Sao Paulo í gjár. Bara tveir menn vóru í flogfarinum, og sum skilst átti annar teirra flogfarið. Loftferðslumyndugleikarnir siga, at flogfrarið var júst farið á flog, tá tað datt niður