Eitt lítið flogfar hjá vietnamesiska herinum datt niður fyrramorgunin. Myndugleikarnir siga, at fimm heryvirmenn fólk vóru í flogfarinum, og at øll doyðu. Flogfarið var stutt í ein útsynning úr høvuðsstaðnum Hanoi, tá tað brádliga snaraði sær á og datt niður í ein rísakur. Tveir bøndur, sum vóru á rísakrinum, sluppu uttan mein. Vietnamesisku myndugleikarnir hava noktað tíðindafólki at sleppa fram at flogfarinum. Tíðindastovur skriva, at tey seinastu árini eru fleiri flogfør hjá vietnamesiska herinum dottin niður. Helst eru flogførini útslitin, tí yvirhøvur er talan um gomul flogfør úr gamla Sovjetsamveldinum og Eysturevropa.