Flogfar bar við ljósmastur í Kastrup

Eitt ferðamannaflogfar hjá SAS bar seinnapartin við eina ljósmastur, tá tað var á veg út á fráfaringarbreytina í Kastrup. Eingin mansskaði hendi, men flogfarið slapp ikki á flog og skal nú kannast.

Flogfarið, sum var av slagnum MD-80, skuldi júst fara til Aalborg við 142 ferðafólkum, tá óhappið hendi.

-Tað ytsta á øðrum vonginum bar við eina ljósmastur, sigur talskvinnan hjá SAS, Trine Kromann-Mikkelsen, við fjølmiðlarnar. Hon leggur afturat, at soleiðis sum tey hava skilt málið, gjørdi flogskiparin eftir teimum leiðbeiningum, sum hann fekk, og at nú er eftir at staðfesta, hvør hevði ábyrgdina av óhappinum.