Flogfar at leita eftir horvnum ferðafólkum

Eitt danskt eftirlitsflogfar fer í dag at leita eftir teimum 14 ferðafólkunum, sum ikki eru komin afturíaftur eftir eina kajakkferð við Ittoqqortoormiit í Eysturgrønlandi í gjár. Seks onnur ferðafólk, sum vóru við í ferðalagnum vórðu bjargað. Tey eru úr Týsklandi.

Politiken skrivar, at ein sokallað Piteraq herjaði økið við Ittoqqortoormiit. Hetta er vindur, sum kemur oman av innlandsísinum, og sum kemur brádliga og kann hava sera harðar hvirlur.

Danska verjuskipið Ejner Mikkelsen er í Eysturgrønlandi, men tað verður ikki við fyrr enn um eitt samdøgur. Tí er avgjørt at senda eitt eftirlitsflogfar at leita í dag, og roynt verður eisini at fáa onkra tyrlu at leita.