Rætting
Tað var í Sosialinum í gjár, at tað stóð skrivað, at NATO flogfør høvdu fingið frítt at fara í føroyskum loftrúmi. Skrivað varð eisini, at hesir upplýsingar vóru fingnir frá Vibeke Larsen, ríkisumboð. Sosialurin vendi sær eisini til Vibeke Larsen, sum upplýsti um støðuna, men tíðanverri er ein misskiljing komin fyri, soleiðis at yvirskriftin í greinini ikki heilt kann sigast at passa.
Tað er nemliga soleiðis, at tað er ?US Military Aircrafts? ella amerikonsk hernaðarflogfør, sum hava fingið loyvi at nýta føroyskt loftrúm í eitt ár, t.e. general diplomatic clearence. Umbønin er komin gjøgnum NATO, men er bert fyri ?US Military Aircrafts?.
Hetta merkir, at tað eru ikki øll limalond innanfyri NATO, sum kunnu senda síni flogfør treytaleyst gjøgnum føroyskt loftrúm næsta árið, men bert amerikanskir hernaðarflúgvarar. Frammanundan er onkur seravtala gjørd fyri nøkur flogfør, men hetta eru heldur flogfør, sum eitt nú flúgva óvanliga høgt uppi.
Tì kann tað sigast, at føroyingar stuðla amerikumonnum. Í tí sambandi, at vit eru umvegis limir í NATO, og umsóknin kom frá NATO, so er yvirskriftin kanska heldur ikki langt av leið. Vit kunnu bert umbera mistakið fyri øllum pørtum og lesarunum.