Flogfør stoyttu saman í luftini

Níggju fólk, fimm vaksin og fýra børn, doyðu, tá tvey lítil flogfør stoyttu saman í luftini nærhendis týska býnum Frankfurt í dag.

Løgreglan sigur, at vanlukkan hendi stutt eftir klokkan trý seinnapartin okkara tíð einar 30 kilometrar norðan fyri Frankfurt. Flogførini stoyttu saman og duttu síðani niður umelið ein kilometur frá Reichelsheim-flogvøllinum, sum smá privatflogfør ofta brúka.

Tað er ikki greitt, hví tey bæði flogførini stoyttu saman. Heimasíðan hjá blaðnum Frankfurter Allgemeine skrivar í kvøld, at annað flogfarið var av einum serliga løttum slagi,.