Flogbóltssamband Føroya er annars farið undir miðvíst venjingararbeiði við báðum A-landsliðunum. Landsliðið er ikki úttikið enn, og tí var í fyrsta umfari vant við teimum leikarum sum til dagliga leika uttanlands og teimum sum myndaðu landsliðið í fjør.
Venjararnir, Niclas Joensen og Klæmint Isaksen siga, at teir nú fara at taka út fleiri leikarar við støði í kappingini seinasta vikuskiftið, og hvussu leikararnir annars hava klárað seg gjøgnum árið. Venjing verður aftur um fjúrtan dagar.
Flogbóltssambandið hevur fingið innbjóðing um at koma til Íslands at leika við báðum landsliðnum. Eftir ætlan verður mansdysturin síðst í marts og kvinnudysturin fyrst í apríl. Eisini er ætlanin at fara til Danmarkar á venjingarlegu á páskum komandi ár, og tey verða um 20 apríl.
Mangla 40.000 krónur
Føroysku landsliðini hava umframt at luttaka á Oyggjaleikunum verið við í eini Smálandakapping. Í 1998 verður kappingin hjá monnum á Malta, meðan kappingin hjá kvinnum verður í Liecthenstein, men hesuferð verður tað eftir øllum at døma uttan føroyska luttøku.
Tað er fíggjarliga sera krevjandi at luttaka í slíkum kappingum, og serliga er tað ferðaútreiðslurnar til og úr Føroyum sum vigað tungt. Niclas Joensen, formaður í Flogbóltssambandið Føroya sigur í eini viðmerking, at tey í løtuni mangla umleið 40.000 krónur fyri at fáa luttøkuna at mala fíggjarliga runt.
Fyri føroyskan flogbólt er tað sera óheppið, ikki at luttaka og tí er bert at vónað, at tað finst ein ítróttarstuðul sum lesur hesar reglur og bjóðar seg fram.










