Flogbólturin í Sørvági fær betri umstøður

(Ljóðsamrøða frá Rás2) Sørvágs kommuna arbeiðir fyri betraðum umstøðum

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Hilmar Jan Hansen gjørdi á Rás2 við borgarstjóran í Sørvágs kommunu, Suna Jacobsen aftaná steypafinaluna hjá kvinnunum.

 

Umframt at umrøða allar steypafinalurnar, sum SÍ er partur av, so kom prátið eisini inn á umstøðurnar hjá flogbóltinum í Sørvági, har SÍ hevur fingið undantaksloyvi í mong ár til at spæla í einari fimleikarhøll. Sune Jacobsen greiðir frá, at umstøðurnar hjá ítróttini í Sørvági verða betraðar í næstum, so SÍ fær verdingar karmar til sínar heimadystir í framtíðini.