FLOGÓLTUR: Í dag verður farið undir landskappingina í flogbólti, og hetta vikuskiftið eru nógvir dystir á skránni.
Bæði hjá monnum og kvinnum verður lagt fyri í dag, og hildið verður fram við dystum í morgin.
Í meistaradeildini hjá monnum verða tveir dystir á Kambsdali í dag. ÍFb spælir ímóti Mjølnir og ÍFa móti Fram. Báðir dystirnir byrja klokkan 13.00. Í morgin verða tveir dystir, Fleyr spælir móti Nøvuni og Fram móti ÍFb. Hesir báðir dystir verða klokkan 15.00.
Í meistaradeildini hjá kvinnum verða tveir dystir í dag, ÍF spælir ímóti TB, og Dráttur ímóti Mjølnir A; hesir dystir verða kl. 13.00. Í morgin verða aftur tveir dystir, í Havn spæla Fleyr og Mjølnir b kl. 15.00, og á Tvøroyri spæla TB og Dráttur kl. 13.00.