Oddaliðið Dráttur tekur í kvøld í móti KÍF á Giljanesi kl. 20,00. Dráttur hevur verið á odda meginpartin av kappingini, men liðið megnaði ikki at vinna seg í hálvfinalurnar í steypakappingini, tá tær taptu innleiðandi ímóti KÍF og SÍ.
Harafturímóti stóð KÍF seg væl í steypakappingini, og høvdu tær tað einu løtuna næstan bæði beinini í steypafinaluni, tá tær høvdu dystarbólt móti Fleyr í hálvfinaluni, men dysturin endaði við at Fleyr vann 3-2.
Sunnukvøldið tapti KÍF 3-0 móti SÍ í einum sera tøttum dysti við settúrslitunum 25-27, 22-25 og 24-26.
Í løtuni eru tað Dráttur, SÍ, Fleyr og TB, sum stríðast um plássini í FM-finaluni, og um KÍF skal gera sær vónir at røkka hesum finalum, so er kravið í kvøld ein sigur á Drátti.

Flogbóltur: Oddaliðið tekur móti kollfirðingum





