Flogbóltur: FM-finalupláss upp á spæl

Sera javnt er í oddinum í flogbóltslandskappini hjá kvinnum.


Sí er a odda við 42 stigum fyri 17 dystir, meðan Fleyr er nr. 2 við 40 stigum fyri 16 dystir, og Dráttur er nr. 3 við 39 stigum, eisini fyri 16 dystir.


Við einum 3-0 ella ella 3-1 sigri í kvøld kann Fleyr tryggja sær finaluplássið, men um Drátur vinnur, verður einki avgjørt fyrr enn leygardagin, tá seinasta umfarið í landskappingin verður leikt.


SÍ møtir tá Fleyr í Sørvági og Dráttur møtir TB á Giljanesi.


Avgerandi dysturin millum Drátt og Fleyr verður á Giljanesi í kvøld kl. 18.00 í kvøld.


FM finalurnar verða spældar í Høllini á Hálsi 24. og 26. mars.