Landsliðsvenjararnir í flogbólti, Bárður Bendix Mikkelsen og Ragnar í Haraldstovu, hava kunngjørt ein bruttohóp upp á 22 persónar, sum skal venja fram ímóti VM/EM-kappingini, sum verður í Luxembourg í døgunum 12. - 16. mai.
Serliga er tað SÍ, seks leikarar, ÍF, fimm leikarar, og Fleyr, fimmleikarar, ið mynda hópin.
Liðini í bólkinum eru Føroyar, Luksemborg og Norðurírland.
Fyri at koma víðari til endaumfarið, sum verður í Íslandi í 2017, krevst, at liðið í minsta lagi endar sum nr. 2 í bólkinum í kappingini í Luxembourg.
Hópurin er fylgjandi:
ÍF: Bárður Jacobsen, Hjørtur Sólstein, Brian Poulsen, Rúni Weihe og Bartal Eliasen.
SÍ: Suni Juul Pedersen, Oskar í Haraldstovu Weihe, Jón Joensen, Niels Erik Egholm Anderson, Kasper Lorenzen og Rúni Christiansen.
Fleyr: Rói Hentze, Rasmus Potts, Jóhan Arni Eliasson Wang, Bergur Rask Olsen og Niels Nielsen.
Mjølnir: Steffan Rosenlund Olsen.
Ternan: Trygvi Hansen og Jann Julian Benjaminsen.
Randers: Thorvald Danielsen.
Amager VK: Bjarki Enni og Bogi Midjord.