Føroyska manslandsliðið í flogbólti spælir í dag annan dystin á oyggjaleikunum á Bermuda. Mótstøðan er vertstjóðin Bermuda.
Bermuda – Føroyar 3-2(26-24, 14-25, 21-25, 26-24, 15-9)
5. Sett:
Bermuda er á odda 7-3 og kannar sær av álvara møguleikan at fara við sigrnum, men føroyska liðið kempar. Liðini skifta síðu við støðuni 8-5.
Bermuda vinnur 15-9.
4. Sett:
Føroyska liðið fær eina góðan byrjan, men so smátt etir Bermunda inn á leiðsluna og munurin minkar niður í tvey stig 9-7, áðrenn okara svara aftur. Liðini fylgjast upp til 12-10, tá time-out er á fyrsta sinni í fjórða setti.
Eftir hetta fær føroyska liðið vunnið nakrar bóltar og er einar fýra til fimm stig á odda. Hvørja ferð Bermuda nærkast, so finnur føroyska liðið góða spælið fram og heldur frast um leiðsluna.
Men tá føroyska liðið er komið upp á 22 steðgar upp og Bermuda kemur upp á 21. Tá tekur Romica time-out, men Bermuda javnar 22-22. Liðini fylgjast til 24-24. Bermuda vinnur tveir teir næstu bóltarnar og vinnur 26-24. Nú skal fimta sett til fyri at finna vinnaran.
3. Sett: 21 – 25
Liðini fylgjast allan vegin. Tað er at kalla ongin munur á. Ikki fyrr enn Føroyar kemur upp á 19-15 er luft millum liðini. Ta løtuna spælir føroyska liðið væl og Bermuda tekur time-out. Hóast føroyska liðið ger feilir, so vinna teir bóltarnar sum teir skulu og halda frástøðuna niður til Bermuda. Talan er um býttr feilir, tá eitt nú servað verður í netið, misskiljingar og dubultsløg.
Við støðuni 21-23, eftir tveir føroyska feilir velur Romica Øster, landsliðsvenjari, at taka time-out. Tað riggar og føroyska liðið vinnur 25-21. Bárður Jacobsen eigur seinasta smasj’ið.
2. Sett: 14-25
Føroyska liðið fær eina góða byrjan og kemur á odda 4-0. Góða byrjanin stendur ikki við. Bermuda er vaknað og svarar aftur, til 10-12. Trygvi Hansen eigur helst besta stigið, tá hann mitt fyri reisist upp um blokkin hjá Bermuda og buldrar bóltin í gólvið. Føroyska liðið vinnur seg upp á 15-10 og Bermuda tekur time-out.
Føroyska liðið spælir væl restina av settinum setir Bermuda upp á pláss. At kalla øll uppspølini endaði við einum góðum smasji. Føroyar vinnur 2. sett 25-14. Nógv betri avrik enn í fyrsta setti.
1. Sett: 26-24
Tað er ikki eins heitt í høllini, sum í gjár, men tað skal verða ósagt um hitin órógvar líka nógv í dag, sum í gjár. Bermuda vísur frá byrjan, at teir eru ein mótstøða í einum heilt øðrum flokki enn Guernsey var í gjár.
Eitt skifti var Bermuda á odda 23-21, men so tók Jón Joensen og meddaði bóltin í gólvið hinu megin tvær ferðir til 23-23. Síðani fylgdust liðini upp á 24-24. Tað endaði við, at blokkurin hjá vertstjóðini tryggjaði teimum avgerandi bóltin til 26-24.
Føroyski hópurin:
1. Bárður Jacobsen
2. Filip Gram
3. Jón Joensen
4. Ólavur Joensen
5. Bjarni Larsen
6. Thorvald Danielsen
7. Bjarki Enni
8. Jóhan Petur á Stongum
9. Rói Hentze
10.Trygvi Hansen
11.Suni Juul Pedersen
12.Gunnar Jørgensen