Fyri løtu síðani vann føroyska manslandsliðið í flogbólti 3-1 á Jersey, og hevur føroyska manslandsliðið sostatt tryggjað sær pláss í hálvfinaluni.
Føroyar vunnu fyrsta og annað sett rættiliga trygt, men í triðja settið kom vertslandið aftur, og vertirnir vunnu triðja sett. Føroyar settu tó tingini væl og virðiliga uppá pláss við einum tryggum fjórða setti, og harvið einum 3-1 sigri
Føroyar-Jersey 3-1 (25-16, 25-17, 21-25, 25-15)
Føroyska manslandslliðið hevur ein dyst eftir í bólkaspælinum ímóti sera sterka liðnum hjá Saareema. Væntandi fara Føroyar antin at spæla dyst ímóti Álandi ella Bermuda í hálvfinaluni.