Bæði menninir og kvinnurnar hava í gjár spælt flogbóltsdyst móti Isle of Man á oyggjaleikunum. Kvinnurnar vunnu tíðliga í dag ein greiðan 3-0 sigur móti Isle of Man, og hjá monnunum var heldur einki undantak.
Flogbóltsmenninir vunnu eisini 3-0, eftir at sett úrslitini høvdu verið 25-6, 25-18 og 25-14.
Í dag skulu føroysku flogbóltsmenninir spæla móti Gotlandi, meðan kvinnurnar skulu spæla móti Jersey. Dysturin hjá kvinnunum byrjar klokkan 09:00, meðan dysturin hjá monnunum byrjar klokkan 11:00.
Føroyar – Isle of Man 3-0
Sett úrslit:
1 sett: 25-6
2 sett: 25-18
3 sett: 25-14