Flogbóltslandsliðið á drúgva ferð

Flogbóltslandsliðið hjá monnum verður burtur í heili 17 dagar

Í morgin, hósdagin 18.juni, fer føroyska flogbóltslandsliðið hjá monnum á eina 17 daga langa landsliðsferð. Fyrst fer landsliðið til EM-endaspæl fyri smátjóðir í Luksembourg hetta vikuskiftið, og síðani gongur leiðin beinleiðis til Jersey, har flogbóltslandsliðið sum vant skal umboða Føroyar á Oyggjaleikunum. Hetta kunnger Flogbóltssamband Føroya í tíðindaskrivi.

 

Í smátjóðakappingini eru tað 15 lond, sum luttaka. Øll londini spæla tríggjar dystir. Tey trý fremstu londini av hesum fimtan londunum leika seg víðari til EM-endaspælið í flogbólti.

 

Føroysku flogbóltsmenninir leika hesar dystirnar hetta vikuskiftið í Luksembourg:

 

Fríggjadagin kl. 19.30:  Luxembourg – Føroyar

Leygardagin kl. 16.00: Skotland – Føroyar

Sunnudagin kl. 14.00:  Føroyar - Kypros

 

Venjararnir báðir, Bárður B. Mikkelsen og Ragnar í Haraldsstovu hava úttikið hesar 12 leikararnar til føroyska landsliðið:

 

Thorvald Danielsen, HIK Aalborg

Bjarki Enni, Amager VK

Trygvi Hansen, ÍF

Rói Hentze, Fleyr

Bárður Jacobsen, ÍF

Bjarni Larsen, BK Tromsø

Bogi Midjord, Amager VK

Bergur Olsen, Fleyr

Steffan Rosenlund Olsen, Mjølnir

Suni Juul Pedersen, Fleyr

Rasmus Mortensen Potts, Fleyr

Brian Poulsen, ÍF