Flogbóltskvinnurnar rendu seg í rumenska blokkin

EM: Føroysku flogbóltskvinnurnar taptu í dag 3-0 í Rumenia

Føroyska kvinnulandsliðið í flogbólti hevur í dag tapt 3-0 móti Rumenia. Vertirnir vóru eirindaleysir og føroysku kvinnurnar fingu góðu upplivingina, sum tá liðini hittust í Føroyum.

 

- Tað var eitt sindur upp og niður ímóti Rumenia í dag, sum kanska er sterkasta liðið í bólkinum, hóast ilt er at taka dagar ímillum Rumenia og Kroatia. Tó eru bæði tað betri enn Ísrael, og fara at kvalifisera seg til EM-endaspælið, hóast Ísrael framvegis hevur matematiska møguleikan eftir, skrivar Flogbóltssambandið, og leggur afturat:

 

- Nú vit umrøða matematikkina, so er hon eirindaleys, tá tað kemur til at telja stigini í settunum, tí gongur tað nokk so væl hjá okkum, og vit vinna eitt stig hvørjaferð mótstøðuliðið vinnur tvey, so verður úrslitið av sær sjálvum 25-12 ella 13. Og júst tað gjørdist úrslitið av fyrsta setti; 25-13 til Rumenia.

 

Men fyrstu løtuna gekk sera væl, og liðini fylgdust til 6-6, tá Rumenia gjørdi eitt skarvslop og legði seg á odda 16-7. Í øðrum setti gekk av skriðuni og Rumenina fór frá 3-2 til 10-2 í einum, og víðari til 15-3.

 

Tá Rumenia kom upp á 25 vóru okkara komin til seks, sum er tað minsta føroyska liðið hevur fingið í allar kappingini. Triðja settið gjørdist tað frægasta, har gongdin sum heild var tvey til Rumenia og eitt til Føroyar, og so endaði tað 25-15.

 

Síðsti dysturin hjá Føroyum verður sunnudagin klokkan 17 í ítróttarhøllini á Hálsi, tá Kroatia kemur á vitjan. Vinnur Kroatia dystin á Ísrael í kvøld, so er plássið í EM-endaspælinum tryggjað. Tvey tey ovastu liðini í hvørjum bólki koma í endaspælið.

 

EM-undankapping - 07/09-2022

 

Rumenia - Føroyar, kvinnur:  3–0 (25-13, 25-6, 25-15)