Fyri bæði føroysku og íslendsku kvinnurnar, eru dystirnir liður í fyrireikingunum til CEV Silver League, sum byrjar 30. mai og heldur áfram til 15. juni.
Síðani finalurnar í Bónus kappingini vóru leiktar og kappingin harvið endaði, hava føroysku kvinnurnar verið ígjøgnum eina rættuliga harða venjingarætlan.
Ciro Zoratti, høvuðsvenjari hjá føroysku kvinnunum sigur, at dystirnir ímóti Íslandi eru eitt gott høvi at royna leikætlanir í einum veruligum dysti, har leikararnir verður settur undir trýst av einum sterkurm íslendskum liðið. Hartil eru dystirnir ein partur av tilgongdini at finna fram til teir 14 leikararnar, sum skulu mynda føroyska liðið til Silver League kappingina.
Yvir teir tríggjar dystirnar, fer venjarin at royna íalt 23 leikarar - tó við 14 leikarum til hvønn dystin.
Dystirnir, sum allir verða í ítróttarhøllini í Kollafirði, verða leiktir soleiðis:
Fríggjadagin 16. mai kl. 19.00
Leygardagin 17. mai kl. 14.00
Sunnudagin 18. mai kl. 14.00
Fyrsti dysturin hjá føroyska kvinnulandsliðnum í Silver League kappingini verður í Jelgava í Lettlandi hin 30. mai. Tann dysturin verður ímóti Lettlandi. Dagin eftir - hin 31. mai - leika kvinnurnar ímóti Ísrael.
##med2##