Flogbóltskvinnurnar leggja fyri í Montenegro

Ferðalagið fer avstað við Atlantsflog í morgin og leikar fyrsta Silver League dystin fríggjakvøldið kl. 17, føroyska tíð, í høvuðsstaðnum Podgorica. Hesin dysturin er  ímóti heimaliðnum, Montenegro.

Føroysku kvinnurnar leika tveir dystir í Montenegro. Fyrsti dysturin er ímóti Montenegro og seinni dysturin verður ímóti Georgia. Hesin seinni dysturin verður leiktur leygardagin kl. 17, føroyska tíð.

 

Eftir hetta fyrsta umfarið í Silver Leauge fara føroysku kvinnurnar til strandarbýin Budva, har tær verða í venjingarlegu nakrar dagar. Ítróttarliga og fíggjarliga er hetta nevniliga ein betri loysn enn at ferðast heimaftur til Føroyar, tí longu hósdagin 23. mai, skulu kvinnurnar verða í Luksembourg, har næsta umfarið í Silver League verður.

 

Í Luksembourg, leika kvinnurnar fyrsta dystin fríggjadagin 24. mai ímóti Luksembourg. Dagin eftir leika kvinnurnar ímóti Ungarn og ferðast síðani heimaftur sunnudagin 25. mai.

 

Fríggjadagin 7. juni leika kvinnurnar síðani síðsta dystin í innleiðandi umfarinium á heimavølli í Havn ímóti Finnlandi.

 

Høvuðsvenjarin hjá føroyska kvinnulandsliðnum, Christian Imhoff og hjálparvenjarin Baca Djurovic, hava úttikið hendan bruttohópin til hesi trý umførini í Silver League.

 

Jóhanna Christiansdóttir (1), TB

 

Janna Falkvard (3), Ikast KFUM

 

Anja Sonnadóttir Danielsen (4), Fleyr

 

Kristina Knudsen (5), Fleyr

 

Henrikka Wang Jacobsen (6), Dráttur

 

Anna Arnholdsdóttir (8), Mjølnir

 

Sirið Hanusardóttir Samson (9), Mjølnir

 

Sesilia Johndóttir Prior (10), KÍF

 

Jakobina Joensen (11), Ikast KFUM

 

Hanna Andriasardóttir Olsen (12), Fleyr

 

Rebekka Osberg Højsted (13), Mjølnir

 

Ingibjørg Sigridardóttir Muller (14) Ikast KFUM

 

Elsa Samuelsen (15), KÍF

 

Nicola Toftegaard (16), Mjølnir