Flogbóltskvinnur spældu um bronsuna

Føroyska U19-landsliðið í flogbólti, sum hesa vikuna hevur verið við til kappingina, NEVZA Championship 2013, sum er í Ikast í Danmark, megnaði at verða nummar fýra av seks liðum.

Føroysku kvinnurnar taptu 0-3 í báðum dystunum í bólkaspælinum, har mótstøðuliðini vóru Danmark og Svøríki, sum eisini endaðu sum ávikavist nummar eitt og tvey í kappingini, eftir at finalan teirra millum í dag endaði við 3-1 sigri til Danmark.

Í fjórðingsfinaluni vunnu Føroyar 3-2 á Onglandi, sum er einasta av liðunum í kappingini, sum ikki er norðurland. Men hinvegin taptu kvinnurnar so aftur í hálvfinaluni ímóti svøríki, sum enn eina ferð vann 3-0.

Tí skuldu kvinnurnar spæla bronsudyst, sum var ímóti Norra, ið vann 3-0. Sostatt vann Danmark gull, Svøríki silvur og Norra bronsu, meðan Føroyar blivu nummar fýra, Ísland nummar fimm og Ongland nummar seks.

Menninir aftast
U19-menninir hava eisini verið við í somu kapping, men har gekst ikki so væl. Teir taptu innleiðandi 0-3 fyri Danmark og 0-3 fyri Onglandi, og í fjórðingsfinalunum bleiv tað til 0-3 tap fyri Norra.

Hjá monnunum vann Norra 3-2 á Svøríki í finaluni, Danmark vann 3-0 á Onglandi í bronsudystinum, og so bleiv Ísland nummar fimm og Føroyar nummar seks.