Nú tað stundar til kappingarbyrjan í flogbóltsárinum, verður skipað fyri eini stórari flogbóltskapping í Havn leygardagin.
Talan er um FK-Cup fyri eldri, ið verður bæði í Gundadalshøllini og høllini á Hálsi.
Fk-cup er árlig afturvendandi flogbóltskapping og samstundis startskotið áðrenn landskappingin av álvara byrjar.
24 lið hava boðað frá luttøku í kappingini og kappast verður í fimm ymiskum bólkum. Størsta kappingin er í bestu deildini hjá kvinnum, har seks lið eru tilmeldaði, meðan fýra lið fara at kappast í bestu deildini hjá monnum.
Bólkarnir eru:
Eik-menn: Fleyr, Mjølnir, ÍF, SÍ
Eik-kvinnur: Fleyr, Mjølnir, KÍF, ÍF, SÍ, TB
1. deild menn: Fleyr 1, Fleyr 2, SÍ
1. deild kvinnur: Fleyr 1, KÍF, Fleyr 3, Mjølnir, Ternan, Fleyr 2
2. deild kvinnur: Ternan, KÍF 1, KÍF 2, KÍF 3, Mjølnir.
Landskappingarnar í flogbólti byrja í oktober. Kvinnurnar leggja fyri 3. og 4. oktober, meðan menninir byrja 10. og 11. oktober.