Flogbólt: Hálvfinalur í Bónus-kappingini

Her er dystarskráin til flogbóltskapping 19. apríl á Giljanesi:

Í morgin, leygardagin 19. apríl, verða hálvfinalurnar í BÓNUS-kappingini spældar á Giljanesi.

 

Tað verða fýra dystir, og liðini skulu spæla um at koma í finaluna, sum verður á Sandi 26. apríl.

 

Dystarskrá 19. apríl á Giljanesi:

 

Kl 13:00 Fleyr - SÍ kvinnur

 

Kl 15:00 SÍ - Fleyr menn

 

Kl 17:00 KÍF -Mjølnir kvinnur

 

Kl 19:00 ÍF - Mjølnir menn

 

Kostnaðurin fyri eitt atgongumerki er 100 kr, og børn undir 16 ár hava ókeypis atgongd.