Flogbørn fær evropeiskan stuðul

Flogbóltssamband Føroya hevur undirskrivað sáttmála við CEV – Evropeiska Flogbóltssambandið –  um stuðul í sambandi við størstu verkætlanina nakrantíð hjá Flogbóltssamband Føroya: Flogbørn.

 

Avtalan hevur við sær, at CEV letur útgerð og bóltar, sum Flogbóltssamband Føroya kann brúka í sínum samstarvi við skúlar og onnur.

Verkætlanin hevur nú verið í tvey ár, og hevur verið í samstarvi við Evropeiska Flogbóltssambandið,

Altjóða Flogbóltssambandið, Danska Flogbóltssambandið og Flogbóltssamband Føroya.

- Hesi tvey kappingarárini, verkætlanin hevur verið, hava vit verið úti a nærm øllum skúlum í Føroyum og havt undirvísingargongdir, sigur verkætlanarleiðarin Peter Morell.

 

- Málbólkurin hevur serliga verið 2., 3. og 4. flokkur, og vit hava verið ómetaliga væl móttikin bæði millum børnini og lærararnar, sigur hann.

 

Ein grundleggjandi táttur í arbeiðinum í skúlunum hevur verið at skipa fyri skúlakappingum. Tá hittast skúlarnir í økinum, og øll liðini úr ymisku flokkunum kappast í 3 tímar fyri at vinna steyp og heiðursmerki, sum vísa, at flokkurin er tann besti í Flogbørnum í økinum.

 

Í sambandi við verkætlanina hevur Magnus Tausen havt fyrilestur á aðalfundinum hjá CEV eins og Peter Morell hevur verið á fundi í Marokko við alheimsleiðsluna í FIVB, fyri at greiða frá um tiltakið.

 

- Hetta hevur verið ein drúgv og væl tilrættaløgd tilgongd, og seinastu 3 vikurnar hava vit havt omanfyri 700 børn í Tórshavnar kommunu til kappingar í nýggju stórhøllini á Hálsi, sigur Magnus Tausen, formaður í Flogbóltssambandi Føroya, sum váttar, at verkætlanin heldur fram næsta ár.

 

Í sambandi við sáttmálan við CEV, hava forsetin í ÍSF, Elin Heðinsdóttur Joensen, og Magnus Tausen í dag undirskrivað skjal, sum váttar, at Flogbóltssamband Føroya eisini í framtíðini verður partur av ÍSF.