Flogbólturin hjá Tom Hanks seldur fyri 150 000 kr.


 

Tvífaldi Oscarvinnarin Tom Hanks er ein sera væl umtóltur sjónleikari. Og ein hin besti garanturin fyri at nógv atgongumerki verða seld. Seinasti filmurin hjá honum, Cast Away, har Tom Hanks er strandaður á eini oydnari oyggj, tjenti eftir bert tveimum vikum meira enn 100 milliónir dollarar í USA.

Ymsir lutir sum vóru við í filminum, eru síðani seldir á uppboðssølu. Harímillum ein flogbóltur, sum Tom Hanks nýtti í filminum at stytta sær stundir við á oydnu oynni. Tá uppboðshaldarin hevði bankað hamaran í borðið á triðja sinni, var prísurin kom upp á ikki minni enn 18 400 dollarar - einar 150 000 krónur!!!