Flogbólturin fær eisini FM-finalur
– Fleiri hava víst á, at landskappingin næstan er komin at standa í skugganum av steypakappingini, so tí hava vit valt at broytt landskappingina í ár, so hon nú hevur FM-finalur millum tvey tey bestu liðini í Eikliguni, sigur formaðurin í Flogbóltssambandinum, Magnus Tausen
<InvalidTag content="" name="Title" />
<InvalidTag content="" name="Keywords" />
<InvalidTag content="text/html; charset=utf-8" http-equiv="Content-Type" />
<InvalidTag content="Word.Document" name="ProgId" />
<InvalidTag content="Microsoft Word 2008" name="Generator" />
<InvalidTag content="Microsoft Word 2008" name="Originator" />
Tá landskappingarnar í Eikliguni í flogbólti hjá kvinnum og monnum eru av eina ferð til várs, er tó ikki alt liðugt. Flogbóltssambandið hevur broytt kappingarnar soleiðis, at sjálvt føroyameistaraheitið skal avgerast við FM-finalum, ið verða spældar sum best av trimum.
Fyrst koyrir sjálv landskappingin, sum hon hevur gjørt tað áðrenn, men tá allir teir dystirnir eru spældir, skulu tvey tey fremstu liðini á stigatalvuni spæla FM-finalur. Spælast kunnu tilsamans tríggir finaludystir, men vinnur annað liðið teir báðar fyrstu, dettur triði dysturin burtur og vinnarin er føroyameistari.
– Vit hava leingi tosað um eina skipan sum hesa, men nú hava vit so valt at tikið hetta stigið. Tað er bæði við íblástri frá hondbóltinum, ið endar sína landskapping við FM-finalum, men harumframt hava vit eisini hugt at, hvussu tey gera í grannalondunum, har slíkar finalur ikki eru ókendar, sigur Magnus Tausen, formaður í Flogbóltssambandinum.
– Finalurnar geva so flogbóltinum eyka fokus, tí tá verður líkasum alt sett upp á spæl. Fyri at gera hesar so opnar sum gjørligt, hava vit eisini lagt fast, at tær báðar fyrru skulu spælast á uttanveltaðum vølli. Verður neyðugt at spæla eina triðju, verður hon spæld á heimavøllinum hjá tí liðnum, sum var ovast á stigatalvuni, tá sjálv landskappingin endaði.
Ein møguleiki, Flogbóltssambandið eisini hevur spælt sær við, er at uttanveltaðu vallirnir kunnu vera í økjum, har flogbólturin kanska ikki stendur so sterkur frammanundan. Á tann hátt er vónin, at tað kann kveikja áhuga fyri flogbólti, at eitt slíkt øki fær hesar altavgerandi finaludystirnar.
<o:p> </o:p>
Fleiri mansdystir<o:p></o:p>
Eisini í aðrar mátar er kappingin hjá monnunum broytt nakað. Í Eikliguni hjá monnum eru bara fýra lið, og tí verður dystartalið ikki tað sama sum í Eikliguni hjá kvinnum, har sjey lið eru, uttan so at løgd verða fleiri umfør inn í kappingina. Tí er talið á mansdystum økt í vetur, so menninir spæla tríggjar heimadystir og tríggjar útidystir ímóti hvørjumøðrum.
– Hetta er eisini ein broyting, ið skal gera tað heila meira spennandi og áhugavert. Spælararnir hava eisini ynskt, at dystirnir í bestu mansdeildini blivu fleiri í tali, og nú fáa vit so at síggja, hvussu hetta fer at roynast í vetur, sigur Magnus Tausen.
– Allarbest hevði verið, um vit fingu eitt fimta lið við í Eikliguna hjá monnum, men í løtuni er líkasum eingin, ið er førur fyri at bjóða teimum fýra verandi liðunum av. Men vit hava vónir um, at okkurt manslið fer at koma aftrat í bestu deildini – um ikki komandi ár, so kanska um eini tvey ár ella so. Tað hevði so aftur givið eina betri og breiðari kapping.
Sum í fjør, eru lands- og steypakappingini eisini knýttar saman, tí tey liðini, ið standa seg best fyrsta partin av landskappingini, fáa pláss í steypafinaluni. Hjá kvinnunum fær oddaliðið eftir fyrsta triðingin finalupláss, og oddaliðið hjá monnunum, tá teirra kapping er komin í helvt, fær somuleiðis finalupláss.