Flogbólturin er komin væl frá landi (FM1)

(FM1) Hoyr samrøðu við FBF-formannin, Magnus Tausen um meistaradeildirnar hjá monnum og kvinnum og landsliðini í flogbólti

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr mittasta senditíman av sendingini SportBoxin, ið var á FM1 seinnapartin. Hesin senditímin snýr seg um flogbólt.

 

Óli G. Samuelsen hevði bjóðað formanninum í flogbóltssambandinum, Magnus Tausen í studio til eitt prát um meistaradeildirnar hjá monnum og kvinnum. Prátað var eisini um NEVZA-kappingarnar fyri U17 og U19 landslið, ið verða í Onglandi og Danmark í næstum.

 

Magnus Tausen er serliga bergtikin av unga mansliðnum hjá SÍ, ið hann heldur hóast teirra unga aldur hevur gjørt tað framúr væl við at vinna 3-2 á Fleyr.