Føroyska U17-landsliðið hjá gentum í flogbólti hava í dag spælt sín seinasta dyst í í altjóða Norðurevropisku kappingini í flogbólti – NEVZA - sum í hesum døgum er í Ikast í Danmark. Tær spældu bronsudyst móti Noreg, sum vann 3-1.
Hóast føroyska U17-landsliðið vann 1. settið, so megnaði liðið ikki at halda fast í hesum stimanum restina av dystinum. Liðið tapti tey næstu trý settini, og Noreg vann uppiborið bronsuna. Føroyska liðið gjørdist sostatt nummar fýra í kappingini, frammanfyri Ongland, Svøríki og Grønland. Seinni í dag verður finalan millum Danmark og Finnland.
Í løtuni spælir føroyska U17landsliðið hjá dreingjum ímóti Svøríki um bronsuna.
Spælararnir á U 17 gentulandsliðnum eru:
KÍF:
Zoe Elisabeth Dickson
Fleyr:
Vár Rajani Færø
Barbara Káradóttir Durhuus
Bjarta Jákupsdóttir
SÍ:
Inga Helena Henriksen
Janna Falkvard
Malan Maria í Haraldstovu Weihe
TB:
Johanna Christiansdóttir
Úr Danmark:
Hanna Iansdóttir Biskopstø (fyrr Fleyr)
Sára Rannváardóttir Vatnhamar (fyrr Fleyr)
Eva Gunn Niclasen (fyrr SÍ)
Jakobina Joensen (fyrr KÍF)
Venjarar eru Romica Øster og Jákup William Sivertsen.