Mjølnir-Fleyr 2-1
(21-17, 15-21, 7-2
16-21, 20-22, 15-10)
Rættuliga óvæntað vann Mjølnir fyrstu steypafinaluna hjá monnum, sum var spæld í høllini á Hálsi leygardagin. Teir vunnu finalusigur á Fleyr og ikki er annað at siga enn, at sigurin var fult uppiborin tá til stykkis kom.
Gamaní vann Mjølnir bert tað eina settið, men tað er ikki ov nógv sagt, at tað var tað týdningarmiklasta settið teir vunnu, tí tað gav teimum trúnna uppá, at sigurin var til at fáa hendur á. Tað, sum manglaði í til sigurin, varð tikið heim í tveimum javnbrótarum. Einum lítlum um fyrsta hálvleik og tí stóra um dystin.
Meira uppsettir
Tað er ikki ov nógv sagt, at Fleyr í ár, hevur verið liðið, sum øll hini hava elt. Landskappingina hava teir vunnið ruddiliga og tað sama hevur gjørt seg galdandi í steypakappingunum báðum ? í Havn og í Klaksvík. Eingin hevur skala teir, tí teir hava bæði havt ta bestu manningina, men so sanniliga eisini tað skilabesta spælið.
Leygardagin var tað bara ikki til at fáa eygað á. Ikki í sama mun í hvussu er. Hinumegin netið stóð eitt lið, sum fyri alt í verðini vildi hava ein sigur, og hann fingu teir. Hann fingu teir við skilagóðum spæli, har alt, fyri einaferð skild, ikki hekk á herðunum á jugoslaviska venjaranum.
Tað gjørdi tað í fyrsta setti, tá hann var rættuliga einsamallur um stríðið, men í rsstini av dystinum fekk hann sera góða hjálp frá serliga Jóannes Poulsen, sum var framúr góður á miðjuni, John Syderbø, sum byrjaði ill men endaði væl og frá Hjalta Josephsen, sum fekk latið blokkin aftur, sum tað sømir seg.
Tað stutta av tí langa er nokk, at Mjølnirleikararnir vóru meira uppsettir eftir at vinna enn Fleyrleikararnir og tí gekk tað sum tað gekk.
Spenningur allan vegin
Sum væntað fingu áskoðararnir ein spennandi og undirhaldandi dyst. Byrjanin var, sum vera mann eitt sindur trilvandi, men sum heild má sigast at spenningur var í allan dystin. Settmunurin var ongantíð serliga stórur, hóast Fleyr vann annað sett 21-15.
Hjá Fleyr var trupulleikin, at teir í byrjanini ikki fingu móttøkuna at liggja nóg væl, og hetta hevði við sær, at álopini vórðu ov løtt at byrgja upp fyri. Jan Hentze var nógv saknaður á kantinum har Pauli Hansen spældi og Rasmus Madsen fer neyvan at minnast finaluna aftur, sum sín besta dyst. Alt ov lítið trýst á og tað gav seg aftur tá klaksvíkingar fóru í álop.
Borko Ilic vísti í byrjanini sín týdning fyri Mjølnir og serliga nú Trygvi sat uttanfyri. Borko vann so at siga alt hann nært við, og tá Jóannes so smátt kom í gongd var og Hjalti og John fylgdu hansara dømi, so fekk Fleyr trupulleikar.
Fleyr royndi seg við nøkrum broytingum, sum muntu væl, men komu ov setin. Venjarin, Pascu Romica, sum byrjaði úti, setti seg sjálvan inn og Jóannes Eidesgaard fór út á kantin at spæla. Hetta hjálpti væl og serliga Jóannes fekk nógv burturúr. Fleyr vann bæði settini í seinna hálvleiki, men tað lá líkasum í luftini, at klaksvíkingar høvdu ikki slept endanum heilt ? og so var.
Endin á finaluni
Hóast klaksvíkingar høvdu tapt bæði settini beint frammanundan, so byrjaðu teir, sum eldur í krúti. Teir løgdu trýst á frá byrjan og tað er ikki óhugsandi, at tað tók Fleyr á bóli. Ongantíð fingu havnarmenninir frið til at fáa sítt spæl at virka og tá klaksvíkingar fóru í álop høvdu teir vápnini, sum Fleyr hevur havt í ár.
Borko Ilic var nú brádliga ikki einasti maður, sum Bogi hevði at leggja upp til, tí bæði John, Hjalti og Jóannes Poulsen buðu seg til, og tað var meira enn Fleyr blokkurin kláraði at taka sær av.
Mjølnir legði seg so langt framum, at tað gjørdist alt minni sannlíkt, at tað fór at eydnast Fleyr at vinna greipuna og tá so tveir leikarar sendu servurnar langt út av vøllinum í avgerandi løtum, sást skriftin á vegginum.
Mjølnir fór at vinna fyrstu steypafinaluna hjá FBF.
Samanumtikið má sigast, at sigurin hjá Mjølnir var uppiborin. Teir lótu seg ikki taka á bóli hóast Fleyr fekk eitt sindur av skili á sítt spæl, og tá avgerandi løtan kom, kendu teir sína vitjunartíð. At Fleyr kanska kundi havt framt broytingar skjótari, sum høvdu havt við sær størri effektivitet er ikki óhugsandi, men tað er so lætt at siga, nú dysturin er liðugur og væl tað.
Mjølnir kann tískil kalla seg steypavinnara hjá monnum tað næsta ári. Sosialurin ynskir steypavinnarunum hjartaliga tillukku við sigrinum og tað er púra vist ...