Flogbóltur U19: Dreingirnir vunnu – genturnar taptu

U19-dreingirnir vunnu á Íslandi og fingu fimta plássið, men genturnar taptu

U19-genturnar og U19-dreingirnir hava í dag spælt um 5. plássið í Kettering í Onglandi, har liðini spæla við í altjóða Norðurevropisku kappingini í flogbólti – NEVZA. Bæði liðini spældu ímóti Íslandi.

 

Dreingirnir hjá Føroyum komu væl frá byrjan, og vunnu tvey tey fyrstu settini ávikavist 25-16 og 25-23, og seinast í triðja setti vóru Føroyar á odda 23-21, men av einihvørji orsøk, taptu teir settið 25-23.

 

Og byrjanin í fjórða setti var heldur ikki góð. Føroyar komu afturút 7-3, men við áhaldani góðum spæli eydnaðist at vinna fjórða settið 25-19, og harvið 5. plássið og dystin 3-1. Í finaluni eru Noreg og Svøríki (ímóti Noreg tapti Føroyar 21-19 í fimta setti), meðan Danmark vann 3-1 á Onglandi um bronsuna.

 

Genturnar komu illa frá byrjan, og taptu 1. settið 25-14. Hini settini endaðu 25-19 og 25-22 til Ísland. Føroyar endaðu sosatt á 6. plassi. Bronsudystin vann Danmark 3-1 á Onglandi, meðan Svøríki og Norra spæla um gullið.

 

Liðini verða aftur í Føroyum á annaðkvøld.