Føroyska U 17 landsliðið hjá gentum hava í morgun vunnið 3-1 á Svøríki við settunum 25-21, 25-21, 18-25 og 25-18. Hetta var annar dysturin hjá teimum í altjóða Norðurevropisku kappingini í flogbólti – NEVZA - sum í hesum døgum er í Ikast í Danmark.
Les eisini: U17-dreingirnir smurdu Svøríki av
Í gjár spældi liðið ímóti Finlandi, og tá taptu tær 3-0 við settunum 15-25, 22-15 og 18-25, sum er tað besta úrslitið U 17 genturnar hava fingið ímót Finlandi. Føroyar eru í bólki saman við Svøríki, Finlandi og Onglandi. Í hinum bólkinum eru Damark, Ísland, Norra og Grønland
Allir dystirnir síggjast beinleiðis við at trýsta HER
Um føroyska liðið megnar at fáa 2. plássið í bólkinum verður avgjørt í kvøld, tá Finland og Svøríki møtast klokkan 18.00.
Hópurin:
KÍF:
Zoe Elisabeth Dickson
Fleyr:
Vár Rajani Færø
Barbara Káradóttir Durhuus
Bjarta Jákupsdóttir
SÍ:
Inga Helena Henriksen
Janna Falkvard
Malan Maria í Haraldstovu Weihe
TB:
Johanna Christiansdóttir
Úr Danmark:
Hanna Iansdóttir Biskopstø (fyrr Fleyr)
Sára Rannváardóttir Vatnhamar (fyrr Fleyr)
Eva Gunn Niclasen (fyrr SÍ)
Jakobina Joensen (fyrr KÍF)
Venjarar eru Romica Øster og Jákup William Sivertsen