Flogbóltur: U17-dreingirnir vunnu bronsuna

U17-dreingirnir hava vunnið á Svøríki og vunnið bronsuna

So eydnaðist tað! Dreingirnari á U 17 lansliðnum vunnu fyri løtu síðani bronsuna í altjóða Norðurevropisku kappingini í flogbólti – NEVZA - sum í hesum døgum er í Ikast. Dysturin var ímóti Svøríki. Føroyska liðið vann dystin 3-1, aftir at teir í øðrum setti mistu takið á dystinum. Hetta settið tapti Føroyar 26-24, men teir komu sterkt aftur og vunnu trygt 3. og 4. settið.

 

Les eisini: Genturnar ov stuttar til bronsuna

 

Settini endaðu 25-17, 24-26, 25-16 og 25-19. Nummar fýra gjørdist Svøríki, meðan tað enn ikki er avgjørt, hvør verður nummar fimm, seks ella sjey. Tað eru Ongland, Danmark og Ísland, sum stríðast um hesi plássini. Finalan verður spæld ímillum Finnland og Noreg klokkan 14.30.

 

Spælararnir á U17-liðnum hjá dreingjunum eru hesir:

Fleyr:

Jónfinnur Jógvansson Hansen

Mattias Nolsøe Isaksen

Tórur Paulason

Hørður Joensen

SÍ:

Hjørtur Joensen

Bjarni Joensen

Silas Poulsen

Ragnar Weihe

Jógvan Kári Birgirsson Lauritsen

Julian Vest Niclasen

Jón Weihe Simonsen

Mjølnir:

Dávið Hentze

 

Venjarar: 

Rajko Petrovic og Hans Simonsen