Á gallaveitslu í Havn, sum Flogbóltsfelagið Fleyr skipaði fyri í gjár, eru árisns spælara kosnir. Thorvald Danielsen hevur spælt sum hevari hjá Mjølnir, og hevur verið við til at borið Mjølnir fram á fremstu rók í ár.
Thorvald gjørdist skaddur miðskeiðis í kappingarárinum, og hevur ikki leikt við Mjølni aftur fyrr seinast í kappingarárinum, og hetta var júst tað sum manglaði, fyri at fáa Mjølnir í FM-finalurnar, har teir vunnu silvur.
Teir, sum vóru í uppskoti til ársins spælara í flogbólti hjá monnum vóru, Steffan Rosenlund Olsen úr Mjølni,
Thorvald Danielsen úr Mjølni og Trygvi Hansen úr ÍF.