Føroysku landsliðsgenturnar spældu sín fyrsta dyst í altjóða kappingini í morgun klokkan átta í Ikast í Danmark. Mótstøðuliði var Danmark, sum er at rokna sum ein favorittur í kappingini.
Føroyska liðið byrjaði sera trilvandi og spælið var merkt av nervum Føroyar taptu tvey tey fyrstu settini greitt, men í 3. setti kom vend í og Føroyar vunnu settið 25-21. Danmark setti ferðina upp í fjórða setti og vann aftur greitt.
Eftir dystin søgdu venjararnir, Romica Øster og Magnar Kári Vang, at teir eru nøgdir við at vinna eitt sett móti Danmark. Liðið skal longu aftur í eldin klokkan 16 í dag, tá mótstøðuliðið er Noreg.
U17 landsliðið hjá dreingjum er eisini við á ferðini. Teir spæla móti Svøríki í dag. Dystirnir verða vístir beinleiðis her: www.volleytv.dk
Føroyar-Danmark 1-3
(13-25)(14-25)(25-21) og (12-25)