Tað var í teimum góðu gomlu døgunum ...
Tað ljóðar sum eitt ævintýr og tað er ikki so langt frá, at tað er tað eisini, tí fyri fyrstu ferð í nógv, nógv harrans ár, verða leiktar steypafinalur í flogbólti.
Fyri nógvum árum síðani skipaði FBF fyri einari steypakapping, men hon datt niðurfyri. Í hennara stað kom ein vikuskiftiskapping, og tað er ikki ov nógv sagt, at ein partur av glansinum fór av flogbóltskappingini tá steypakappingin hvarv.
Nú royna vit aftur ...
Nú verður so roynt aftur og um enn henda steypakappingin ikki er so drúgv, sum tann í fótbólti ella tann í hondbólti, so er tað rætt av flogbóltssambandinum at byrja aftur og tað er eisini rætt í fyrsta umfari at byrja í smáum.
Munurin millum deildirnar er so stórur, at tað leikliga hevði verið synd at latið t. d. fyrstu deild spælt saman við meistaradeildini, og tí er rætt at taka útgangsstøði í vikuskiftiskappingunum.
Men av tí, at henda steypakappingin ikki endaliga var fastløgd tá kappingin var løgd er samanfall millum dagin fyri steypakappingini og seinasta umfar í landskappingini og tí hevur FBF gjørt av at flyta dystirnar 18. marts fram.
Fluttir fram
Dystirnir í kvinnurdeildini vera báðir leiktir fríggjadagin 3. marts, meðan dystirnir í mansdeildini vera leiktir ávikavist 7. marts og 10. marts.
Hjá kvinnum merkir tað, at dysturin millum TB og Fleyr, sum sambært skránni eigur at vera leiktur í Havn 18. marts, verður leiktur í Trongisvági fríggjakvøldið 3. marts. Somuleiðis verður dysturin millum Dráttur og Mjølnir, sumstendur at verða leiktur 18. marts, leiktur fríggjakvøldið 3. marts. Hann verður leiktur á Giljanesi, sum tað stendur í skránni.
Hjá monnum standa Fleyr og ÍF at skula spæla í Havn 18. marts og SÍ og Mjølnir í Sørvági sama dag. Hesir dystir verða nú leiktir soleiðis, at Fleyr og ÍF spæla týskvøldið 7. marts í Gundadalshøllini, meðan SÍ og Mjølnir spæla í Sørvági fríggjakvøldið eftir, 10. marts.
Meistararnir enda í Gundadali
Hesar fýra flytingar hava so við sær, at vikuskiftið 18. marts vera eingir aðrir dystir enn steypafinalan, sum verður leikt í Havn.
Harafturat hava flytingarnar eisini við sær, at seinasta umfar hjá báðum meistaraliðunum, Fleyr hjá monnum og Mjølnir hjá kvinnum, verða leikt í Havn tann 11. marts
Henda dagin hittast Fleyr og Mjølnir í báðum deildum og tað vil siga, at meistararnir vera kosnir í Gundadalshøllini leygardagin 11. marts.
Vikuskiftið eftir endar flogbóltsárið við steypafinalunum og tað kundi vallað funnist betri endi á árinum.