Flogbóltur: Spæla um 5. plássið

Bæði U19 landsliðið í flogbólti hjá gentum og dreingjum spæla um 5. plássið

Bæði U19 landsliðið í flogbólti hjá gentum og dreingjum spæla um 5. plássið um evropesiskari kapping í Onglandi í dag.

 

Í gjár taptu genturnar 3-0 fyri Onglandi. Tað sæst á sett úrslitunum, at føroyska liðið var við í dystinum, men tað gekk ikki eins væl, sum tað gjørdi tá tær vunnu á Íslandi. Sett úrslitini vóru 18-25, 18,25 og 15-25.

 

Liðið skal spæla ein dyst afturat í kappingini, og er hesin ímóti Íslandi. Hetta er samstundis dysturin um 5. plássið. Dysturin byrjaði klokkan 10.

 

Dreingirnir spæla móti Íslandi 

Við tað, at Ísland í gjár tapti 3-0 ímóti Noreg, verða tað Føroyar og Ísland, sum í dag, skulu spæla um 5. plássið í evropeisku flogbóltskappingin í Onglandi.

 

Dysturin byrjar klokkan 10, og veðrur hetta samstundis seinasti dysturin í kappingin hjá Føroyska U19 landsliðnum.

 

Meginparturin at liðnum hevur eisini møguleika at spæla við komandi ár, so hetta eitt ungt lið, sum hevur verið við í kappingini, og tí verður vónað, at liðið fær betri úrslit komandi ár, skrivar Flogbóltssambandið.

 

Allir dystir verða stroymdir á:  https://www.247.tv/live/volleyball/nevza-u19-international-championships