Flogbóltur: Sørvingar gera klárt til steypafinalurnar

Í gjárkvøldið og í kvøld hevur danski landsliðvenjarin Sven Brix vant Eik-liguna í Sørvági - bæði hjá kvinnum og monnum.

SÌ skal leika finaludystir bæði í kvinnu- og mansdeildini leygardagin 14. februar.

Sven Brix kennir eitt sindur til føroyskan flogbólt, hetta er 5. ferð hann er í Føroyum í flogbóltsørindum, hann heldur, at her er nógv gott at arbeiða við.

Vit tosaðu við Ragnar í Haraldstovu og Jóan Petur á Stongum, sum eru venjarar hjá SÍ, teir vóru væl nøgdir við hesi bæði kvøldini, saman við Sven Brix.

Formaðurin í SÍ, Oddmar Selfoss, segði at ætlanin var at fáa Sven Brix aftur til Sørvágs komandi heyst, til at hava venjaraskeið.

Sven Brix var eisini væl nøgdur, hann helt at leikararnir vóru sera positivir og góðir at arbeiða við. Sven Brix fer aftur til Danmarkar í morgin.