Dráttur fær í kvøld vitjan av oddaliðnum Fleyr í bestu flogbóltsdeildini hjá kvinnum. Dráttur er komið illa frá byrjan, men hevur nú fingið fótin fyri seg. Liðið hevur fingið tilgongd av onkrum spælarum, soleiðis at spælið nú er meira støðugt.
Hoyr Rás2 á netinum við at trýsta HER
Seinast Dráttur var á vøllinum vunnu tær greitt 3-0 á Mjølni, sum varð sent heim við settmuninum 25-6, 25-22 og 25-16. Her skal tó nevnast, at Mjølnir ikki var fullmannað.
Í kvøld er tað oddaliðið Fleyr, sum stendur hinumegin netið. Havnarkvinnur liggja á odda í kappingini við 15 stigum, og hava higartil havt eitt gott kappingarár. Bæði liðini hava annars vunnið seg til hálvfinalurnar í steypkappingini, sum verða 10. februar.
(Rás2 hoyrist á FM 88,7, FM 95,9 og á FM 98,8)
Dysturin millum Drátt og Fleyr byrjar klokkan 18.15 og verður í høllini á Giljanesi. Rás2 er á staðnum í kvøld og sigur beinleiðis frá dystinum.
Støðan undan dystinum í kvøld er hendan:
Nr. | Lið | Stig | Dystir | Settmunur |
1 | Fleyr | 15 | 6 | 11 |
2 | Mjølnir | 14 | 6 | 9 |
3 | KÍF | 8 | 5 | 0 |
4 | Drátttur | 7 | 7 | -6 |
5 | SÍ | 7 | 7 | -6 |
6 | TB | 6 | 7 | -8 |