Úrslitið var 3-1. Settúrslitini vóru 25-22, 19-25, 25-22 og 25-22.
Fleyr, sum hava vunnið á heimavølli móti TB og útivølli móti SÍ higartil, stríddust væl. ÍF dugdi hinvegin betur at handfara trýstu støðurnar. Fuglfirðingar vunnu øll settini tepurt ? við trimum stigum.
ÍF er fremst í løtuni við átta stigum og við einum dysti fleiri enn ÍF, sum er nummar tvey.
Støðan:
1. ÍF ? 8 stig (5 dystir)
2. SÍ ? 6 stig (4 dystir)
3. Mjølnir ? 4 stig (4 dystir)
4. Fleyr ? 4 stig (5 dystir)
5. TB ? 0 stig (4 dystir)
Ein dystur er á skránni sunnudagin. Tá fær Mjølnir vitjan av TB.