Flogbóltur, kvinnur: Oddaliðini vunnu

Flogbóltur, kvinnur: Oddaliðini vunnu

 

Kvinnurnar úr Mjølnir vunnu greitt og uppiborið á KÍF seinnapartin og varðveita oddasessin í bestu kvinnudeildini.

 

Mjølnir, Fleyr, og SÍ, sum eru á ovastu plássunum, vunnu sínar dystir í dag.

 

Mjølnir vann 3-0. Settúrslitini vóru 16-25, 20-25 og 17-25.

 

Fleyr vitjaði hjá Ternuni, og gestirnir vunnu 3-1. Heimaliðið legði betur frá landi, men dragnaði, tá Fleyr setti ferð á. Settúrslitini vóru 25-23, 16-25, 23-25 og 22-25.

 

SÍ vann á Drátti, sum vitjaði í Sørvági. Úrslitið var 3-1. Settúrslitini vóru 21-25, 28-26, 25-21 og 25-15.

 

TB hevði møguleikan at fara frá ÍF, men kvinnurnar úr Fuglafirði vunnu seg hinvegin upp á fjórða plássi og fór framvið TB á stigatalvuni. ÍF vann 3-1. Settúrslitini vóru 20-25, 26-24, 23-25 og 17-25.

 

Úrslitini um vikuskiftið vóru hesi:

 

Leygardagin:

 

ÍF ? KÍF 3-0 (25-14, 25-12, 25-19)

SÍ ? Mjølnir 1-3 (26-24, 7-25, 20-25 og 23-25

Fleyr ? TB 3-0 (25-15, 25-16, 25-21)

 

Sunnudagin:

 

Ternan ? Fleyr 1-3 (25-23, 16-25, 23-25 og 22-25)

SÍ ? Dráttur 3-1 (21-25, 28-26, 25-21, 25-15)

TB ? ÍF 1-3 (20-25, 26-24, 23-25 og 17-25)

KÍF ? Mjølnir 0-3 (16-25, 20-25 og 17-25)

 

Stigatalvan, Eikligan, kvinnur:

 

1. Mjølnir ? 12 stig

2. Fleyr ? 11 stig

3. SÍ ? 11 stig

4. ÍF ? 8 stig

5. TB ? 7 stig

6. Ternan ? 3 stig

7. KÍF ? 3 stig

8. Dráttur ? 1 stig