Lars Engell hevur úttikið landsliðið til EM-kapping. Føroyska kvinnulandsliðið hevur ikki verið í dysti síðani í juni 2017, tá liðið var við til endaspælið fyri Small Countries Division.
Í 2018 hevði liðið eisini møguleika at vera við í EM-kappingini hjá CEV. Men orsakað av vantandi fígging mátti Flogbóltssambandið velja millum A-landsliðini ella ungdómslandsliðini, og tí vórðu A-landsliðini ikki í kapping í 2018 – hetta var ikki fíggjarliga forsvarligt uttan fígging.
Sosatt verða dystirnir hjá kvinnunum teir fyrstu í knapt tvey ár, tá liðið fríggjadagin 10. Mai 2019 skal spæla ímóti Írlandi í EM-kapping í Luksemborg.
Les eisini: Samrøða við landsliðsvenjaran og Sofíu Purkhús um EM-kappingina (Trýst HER)
Skráin hjá Føroyum:
Fríggjadagin 10. mai klokkan 12: Føroyar-Írland (FM1 sigur frá dystinum)
Leygardagin 11. mai klokkan 10: Føroyar-Skotland (FM1 sigur frá dystinum)
Leygardagin 11. mai klokkan 17 og klokkan 19.30 verða hálvfinalurnar. FM1 sigur frá hálvfinaluna sum Føroyar verða partur av, um Føroyar enda millum tvey tey ovastu liðini í sínum bólki.
Sunnudagin 12. mai verður dysturin um fimta plássið klokkan 10.30, bronsudysturin verður klokkan 13 og finalan verður spæld klokkan 15.30. FM1 sigur frá dystinum sum Føroyar spæla hendan dagin.
Venjarin Lars Engell hevur úttikið hesar spælarar:
Hevarar:
Hanna Iansdóttir Biskopstø, Ikast
Janna Falkvard, SÍ
Miðspælarar:
Sirið Antoniussen, Mjølnir
Sóley Mørch Poulsen, KÍF
Súsanna Sólrunardóttir Ludvik, Fleyr
Kantar:
Anja Sonnadóttir Danielsen, Fleyr
Eva Winther Nagata, Aarhus
Hilda Bolstad Mortensen, Fleyr
Sofía Purkhús Splidt, Mjølnir
Diagonalar:
Bára Holm Jacobsen, Fleyr
Hanna Olsen, KÍF
Libero:
Anna Larsen, Aalborg
Barbara Herdalur Poulsen, Dráttur