Tað er stórdystur á skránni meistaradeildini hjá kvinnum í kvøld, tá Fleyr tekur móti KÍF. KÍF kann taka eitt stórt fet fram ímóti FM-finaluni, um trý stig fáast í skjáttuna í dystinum ímóti Fleyr, sum verður í høllini á Hálsi í kvøld klokkan 19.
Tað verður ikki uttan svørðslag metir Flogbóltssambandið í tíðindaskrivi, tí Fleyr kann rættiliga blanda seg upp í finalustríðið, um tey trý stigini liggja eftir í Havn. Tí so verða bert tvey stig millum KÍF, Drátt og Fleyr á 2., 3., og 4. plássi.
##med2##